BRÚKARAPRÍSIN 2011 FEKK GEORG L. PETERSEN Á DIMMALÆTTING.
Brúkaraumboðið hevur valt í ár at geva PRÍSIN 2011, til ein virknan aktør, sum er ein einstaklingur, sum virkar á dekkinum í tí óheftu fríu PRESSUNI, sum eisini verður nevnd tað fjórða statsvaldið. Prísurin 2011 verður givin til journalistin:
Georg L. Petersen, sum verður biðin at koma upp her.
Grundgevingarnar fyri at Georg L. Petersen fær PRÍSIN er m.a. hesar:
• Hann hevur virkað sum talsmaður fyri brúkaran í mong ár bæði í Sjónvarpið Føroya og á Dimmalætting.
• Hann hevur gjørt sendingar, og skriva eitt ótal av greinum um brúkaraviðurskifti.
• Í hesum starvi hevur hann sýnt áhaldni, ídni og ósjálvsøkin varpað ljós á brúkaraøkið sum heild.
Vit vilja ynskja honum tillukku, og ynskja honum góðan byr framyvir !
Takk fyri øll somul.
Vinarliga
Andrass Holm Arge, Brúkaraumboðið