27.06.2011
Brúkaraumboðið avdúkar Ársins Brúkaraprís 2011.
Boðið verður til móttøku, har Brúkaraumboðið fer at avdúka, hvør fær ársins Brúkaraprís 2011.
Endamálið við brúkaraprísinum er at varpa ljós á týdningin av brúkaravernd, prísgjøgnumskygni og sum heild góðum marknaðarføringarsiði.
Hetta er annar prísurin hjá Brúkaraumboðnum, ið hevur virkað síðani 1. apríl í 2009. Ætlanin er at lata brúkaraprísin á hvørjum ári, fyri at eggja fyritøkum og einstaklingum framhaldandi at virka fyri góðum marknaðarføringarsiði, til frama fyri føroyska brúkaran.
Príshandanin fer fram í Listaskálalanum hósdagin 30. juni 2011 frá kl. 15.00 til 16.00. Tónleikur verður við Gurðið Hansdóttir.
Øll eru vælkomin.
Vinarliga
Andrass Holm Arge,
Brúkaraumboðið