29.05.2012
Brúkaraumboðið avdúkar Ársins Brúkaraprís 2012.
Boðið verður til móttøku, har Brúkaraumboðið fer at avdúka, hvør fær ársins Brúkaraprís 2012.
Endamálið við brúkaraprísinum er at varpa ljós á týdningin av brúkaravernd, prísgjøgnumskygni og sum heild góðum marknaðarføringarsiði.
Hetta er triði prísurin hjá Brúkaraumboðnum, ið hevur virkað síðani 1. apríl í 2009. Ætlanin er at lata brúkaraprísin á hvørjum ári, fyri at eggja fyritøkum og einstaklingum framhaldandi at virka fyri góðum marknaðarføringarsiði, til frama fyri føroyska brúkaran.
Príshandanin fer fram í Listaskálalanum hósdagin 31. mai 2012 frá kl. 15.00 til 16.00. Tónleikur verður við Bárður Johannesen.
Øll eru vælkomin.
Vinarliga
Andrass Holm Arge,
Brúkaraumboðið