Brúkaraumboðið gevur Føroya Tele ábreiðslu
Brúkaraumboðið hevur kannað marknaðarføringina, tá Føroya Tele í fjør lýsti við, at tollaksmessudag vóru iPhone 6 Plus 64GB fartelefonir seldar á tilboði í telebúðunum kring landið.
Føroya Tele lýsti á síni Facebook-síðu við tilboðnum, sum var nevnt óhoyrt kvetti. Fartelefonin, sum fyrr um árið hevði kostað 7.995 kr og í desember hevði kostað 5.995 kr, var í tilboðnum lýst til sølu fyri 2.995 kr. Í niðurstøðuni hjá Brúkaraumboðnum verður sagt, at Føroya Tele breyt marknaðarføringslógina, tí felagið ikki gjørdi vart við, at talan var um avmarkaða nøgd. Longu tíðliga tollaksmessudag vóru útbodnu fartelefonirnar útseldar.
Marknaðarføringslógin ásetur, at um væntast kann, at fleiri hava hug at keypa eina vøru á tilboði enn vørur eru, so eigur vinnurekandi at lýsa við, at nøgdin er avmarkað. Brúkaraumboðið vísir á, at í teimum seks telebúðunum kring landið vóru 24 iPhone 6 Plus 64GB til sølu. Og Føroya Tele átti tí at lýst við at nøgdin var avmarkað. Eisini átti Føroya Tele, tá sølan í einstøku telebúðunum var so avmarkað sum hon var, at hava upplýst, hvussu nógvar fartelefonir vóru til sølu í einstøku búðunum.
Føroya Tele sigur seg harmast støðuna. Við støði í sera sløku søluni av iPhone 6 Plus alt 2015 heldur Føroya Tele ikki at felagið kundi vænta, at eftirspurningurin brádliga skuldi gerast so stórur at keypa hesa fartelefonina. Tí metti Føroya Tele ikki, at tað var tørvur á at nevna, at nøgdin av fartelefonum á tilboði var avmarkað.
Brúkaraumboðið minnir eisini Føroya Tele á at vera neyvari, tá krónutal verður sett á, hvussu stórur avslátturin er á eini vøru. Í hesum førinum varð sagt, at avslátturin var 5.000 kr. Men seinastu tríggjar vikurnar fyri tilboðið, var prísurin 4.995 kr, so rætt hevði verið at sagt, at avslátturin var 3.000 kr.
Mint verður eisini á, at lýsast skal við fyrrprísi, tá lýst verður við serligum tilboðum.
Brúkaraumboðið hevur áður viðgjørt mál um brot á marknaðarføringslógina, sum Føroya Tele rindaði bót fyri. Í hesum førinum verður málið ikki latið løgrregluni, men Brúkaraumboðið heitir á Føroya Tele um at gera sær størri ómak við at halda marknaðarførinslógina.
Føroya Tele vísir á, at ovurstóra undirtøkan fyri hesum fartelefon-tilboði kom óvart á tey, ætlanin var ongantíð at bróta marknaðarføringslógina og heldur ikki at villeiða sína kundar. Føroya Tele sigur, at hetta málið fær felagið at styrkja um førleikarnar í marknaðarføringslógini.
Brúkaraumboðið ger ikki meiri við hetta málið.