18.06.2019

Brúkaraumboðið kannað upprunaprísir í marknaðarføring hjá fyritøkum, sum selja eltól og hvítvørur

Brúkaraumboðið ger javnan stakroyndir av tilboðsbløðum, ið vera borðin út í hvørt húsarhald í Føroyum. Við stakroyndum verður millum annað kannað um marknaðarførdu uppruna- ella fyrrprísir eru rættir. Í hesum sambandi hevur Brúkaraumboðið nýliga gjørt stakroyndir av tilboðsbløðum hjá tveimum av størstu veitarunum av eltólum og hvítvørum á føroyska marknaðinum.

Tá fyritøkur marknaðarføra, at ein vøra verður seld fyri niðursetta prís, so skal tað í fyrsta lagi vera satt og í øðrum lagi skal upprunaligi prísurin upplýsast. Hetta merkir, at fyritøkur í minst seks vikur (fýra vikur fyri gerandisvørur) skulu hava havt vøruna til sølu til upplýsta upprunaprísin.

Um upplýsti upprunaprísurin ikki er rættur, er talan um villleiðandi marknaðarføring, sambært § 3 í marknaðarføringlógini. Sambært § 9, stk. 2 marknaðarføringlógini, má útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, bert fráboðast, um so er, at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast.

Stakroyndirnar hjá Brúkaraumboðnum vístu, at fyritøkurnar megnaðu at skjalprógva marknaðarførdu upprunaprísir.

Fyritøkurnar fingu kunning um, at Brúkaraumboðið hevur ætlanir um líkandi stakroyndir framyvir.

Leiðreglur hjá Brúkaraumboðnum um marknaðarføring av prísi kunnu finnast her https://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/leidreglur-um-marknadarforing-av-prisi/