17.08.2010
Brúkaraumboðið kemur at virka sum umsiting fyri leigunevndina.
Í samband við at nýggja leigulógin kemur í gildi 1. september hevur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, valt limir og varalimir at manna leigunevndina.
Leigunevndin skal taka avgerðir í ávísum trætumálum millum leigara og útleigara.
Sum limir eru vald: Andrass Holm Arge, útbúgvin løgfrøðingur og formaður í leigunevndini, Gunnleyg Árnafjall, útbúgvin cand.merc.aud og Jóhan Syderbø, útbúgvin, timburmaður og byggifrøðingur.
Sum varalimir eru vald: Kristina Samuelsen, útbúgvin løgfrøðingur og varaforkvinna í leigunevndini, Eva Bennicke, útbúgvin cand.scient. adm. og Petur Ritter, útbúgvin timburmaður og byggifrøðingur.
Valskeiðið hjá leigunevndini er fýra ár. Brúkaraumboðið kemur at virka sum umsiting fyri leigunevndina.