Danski brúkaraumboðsmaðurin vitjar í Føroyum í komandi viku.
Tíðindaskriv:
Danski brúkaraumboðsmaðurin vitjar í Føroyum í komandi viku.
Føroyska brúkaraumboðið hevur boðið danska brúkaraumboðsmanninum til Føroyar á vitjan. Í sambandi við vitjanina komandi týsdag og mikudag, skal hann hava fund við Johan Dahl, landsstýrismann í Vinnumálum, somuleiðis verður skipað fyri skeiði í marknaðarføringarrætti.
Tað var í sambandi við norðurlendskan brúkaraumboðsmannafund í Helsinki fyri 3 vikum síðani, at føroyska brúkaraumboðið, Andrass H. Arge, gjørdi avtalu við danska brúkaraumboðsmannin, Henrik S. Øe, um at koma á vitjan í Føroyum.
Í sambandi við skeiðið sum er fullteknað, so verður tað Henrik Øe og Andreas Weidemann, sum koma at undirvísa advokatum, lýsingarfyritøkum og øðrum vinnurekandi á Hotel Føroyum.
Føroyska Brúkaraumboðið hevur sera gott samstarv við danska brúkaraumboðsmannin, sum hevur drúgvar royndir á marknaðarføringarøkinum, og ræður yvir 17 løgfrøðingum, sum hava servitan á ymiskum økjum.
Vinarliga
Andrass Holm Arge, Brúkaraumboðið
Vágur, 2. oktober 2009