10.05.2016

Felags norðurlendsk støða til dulda lýsing

Norðurlendsku brúkaraumboðini savnaðust í Karlstad tann 27.-28. apríl at skifta orð um trupulleikan við duldum lýsingum. Breið semja er um, at hetta er átrokandi spurningur. Tað er brúkarum týdningarmikið at vita, um talan er um lýsing, og hvør ið sendir eini handilslig boð.

Reglan, at tað týðiliga og greitt skal standa, at talan er um lýsing, er galdandi í øllum norðurlendsku londunum, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð.

Ógreið lýsingafrámerki er ein trupulleiki, sum er vaksin, samstundis sum marknaðarførslan á talgildu miðlunum er vorðin alsamt vanligari. Fyrr hava vit fyrst og fremst gjørt vart við ógreiðuna við marknaðarførslu á sosialu miðlunum. Men nú verður ljósið varpað á tað, ið nevnt verður “native advertising” (samanhangslýsingar) og “content marketing” (innihaldslýsingar) í teimum førum, tá ið handilsligi boðskapurin er duldur í ritstjórnaðum tilfari.

Tá ið marknaðarførsla fær pláss, sum víkur frá tí siðbundna, verða størri krøv sett til lýsingafrámerkini, so brúkarar greidliga og á einfaldan hátt skilja, at talan er um handilsligan boðskap. Her hava bæði lýsarar, bloggarar og útgevarar stóra ábyrgd.

Øll, sum á munagóðan hátt eru við í marknaðarførslu, hava ábyrgd av, at reglurnar verða fylgdar, og reglurnar galda, sama hvør støddin er og á hvørjum miðili handlisligi boðskapurin er í, sigur Rannvá Ragnarsdóttir.
Brúkararnir hava rætt til á einfaldan hátt at kunna gera mun á, hvat ið er journalistiskt ella persónligt innihald, og hvat, ið er ætlað marknaðarførslu. Er handilsligur boðskapur í, skal tað vera lesarunum fullkomiliga greitt.

Norðurlendska støðan til dulda lýsing er at finna her