15.02.2017

Ferðaskrivstova steðgaði lýsing

Ferðaskrivstovan WeTravel hevur eftir áheitan frá Brúkaraumboðnum steðgað eini lýsing fyri ferð til Rom á páskum. Í lýsing á Facebook var lýst við ferð til Rom, har sagt var: bílegg í dag fyri einans 1800 kr. Brúkaraumboðið helt, at hetta kundi skiljast, sum 1.800 kr. var kostnaðurin fyri ferðina, men á heimasíðuni hjá ferðaskrivstovuni stóð, at kostnaðurin fyri ferðina var 6.900 kr. Tað var frammanundangjaldið, ið var 1.800 kr.

Ferðaskrivstovan upplýsti, at møguligt er at bíleggja fyri 1.800 kr., so fekk brúkarin eitt skrivligt tilboð við ávísum hotelli og samlaðum prísi.

Brúkaraumboðið segði í skrivi til lýsaran, at, tá prísur verður upplýstur, er tað samlaði prísurin, ið skal upplýsast og talan var um villleiðandi marknaðarføring um prísupplýsingar. Víst var til lógina um marknaðarføring, har millum annað stendur, at villleiðandi marknaðarføring er ikki loyvt og at tað er tann samlaði prísurin, ið skal upplýsast. Ferðaskrivstovan hevur eftir áheitan frá Brúkaraumboðnum tikið lýsingina aftur.