15.01.2021

Fjaldar lýsingar

Brúkarar skulu hava álit á, at allar lýsingar síggja út sum lýsingar. Fjaldar lýsingar eru ikki loyvdar eftir marknaðarføringslógini.

- Tað er eingin munur á, um talan er um sosialu miðlarnar ella um siðbundnu miðlarnar, sum bløð og tíðarrit. Brúkarin skal ikki nakrantíð vera í iva um talan er um eina lýsing ella tilfar, sum miðilin stendur inni fyri.

Brúkaraumboðið minnir øll á, sum leggja tilfar á sosialu miðlarnar – tað veri seg Instagram, Facebook ella Snapchat, at lýsingar skulu frámerkjast við orðinum lýsing ella øðrum greiðum frámerki.

Kravið er eisini galdandi fyri tey, sum skriva bloggar. Tá talan er um eitthvørt slag av lýsing skal tað týðiliga frámerkjast.

Brúkaraumboðið ger eisini vart við, at bæði fyritøkan, sum lýsir og lýsingarfyritøkan, sum kanska hevur staðið fyri framleiðsluni og útbreiðsluni av eini lýsing, hava ábyrgd. Og persónurin, sum skrivar – ávirkarin ella bloggarin – kann eisini fáa bót um fjaldar lýsingar eru á hansara ella hennara vanga á sosialu miðlunum.

- Marknaðarføringslógin er greið á hesum økinum: ein lýsing skal vera gjørd soleiðis, at hon týðiliga verður uppfatað, sum ein lýsing. Júst hetta skulu fyritøkur og lýsingarfyritøkur vera á varðhaldi fyri, tí bøturnar kunnu vera høgar, um lógin verður brotin.

Dømi eru um avgerðir frá danska brúkaraumboðnum , at ein ávirkari hevur fingið bót upp á 60.000 kr. fyri at bera fjaldar lýsingar. Og fyritøkur og lýsingarfyritøkur, sum hava fingið bøtur á ávikavist 175.000 kr. og 40.000 kr. fyri – saman við ávirkaranum - at leggja lýsingar út á ein Instagramvanga, uttan at frámerkja tær sum lýsingar.

Møguleiki er at leita sær meiri kunning um fjaldar lýsingar og hvussu hesar skulu frámerkjast á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum:

https://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/at-framerkja-lysingar-i-sosialum-midlum/

https://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/fjald-lysing-vegleiding/