13.10.2017

Føroya Tele viðurkent villur í telefonlýsingum

Føroya Tele hevur góðtikið at rinda eina bót á 50.000 kr. fyri brot á marknaðarføringslógina.

Brúkaraumboðið gjørdi í vár Føroya Tele varugt við, at tvær lýsingar fyri fartelefonum kundu vera brot á lógina, tí fleiri kravdar upplýsingar ikki vóru við í lýsingunum.

Brúkaraumboðið sendi málið til fútan við áheitan um at reisa ákæru móti Føroya Tele. Fútin skjeyt upp, at Føroya Tele rindaði eina bót upp á 50.000 kr., og tað hevur Føroya Tele góðtikið og goldið bótina.

Talan var um lýsingar fyri fartelefonum, har til bar at rinda yvir 12 mánaðir. Men í lýsingunum var bert mánaðargjaldið og útgjald nevnt. Marknaðarføringslógin krevur, at kundin verður upplýstur um aðrar viðkomandi upplýsingar.

Í fyrsta lagi skal standa, hvussu nógv vøran kostar kontant, í øðrum lagi skal upplýsast, hvussu nógv vøran kostar í alt, og í triðja lagi skal upplýsast, hvussu stórar útreiðslurnar eru fyri kundan at keypa upp á kreditt – bæði í prosentum um árið og sum ein samlað upphædd.

Føroya Tele tók lýsingarnar av in.fo og rættaði lýsingina á Facebook eftir, at Brúkaraumboðið gjørdi vart við tað, men tá hetta ikki var fyrstu ferð at Føroya Tele hevði brotið marknaðarføringslógina og rinda bót, var avgjørt at fara til fútan við málinum.

Brúkaraumboðið vísti í áheitanini til fútan á viðmerkingarnar til lógina, har sagt verður. at ”tilvitað, álvarlig og endurtikin brot á marknaðarføringslógina verða revsað við bót, ið hevur ein stødd, sum hevur við sær veruliga fyribyrging.

Í grundgevingini til fútan fyri eini fyribyrgjandi bót, sum merkist, skrivaði Brúkaraumboðið, at Føroya Tele í 2013 rindaði 40.000 kr. í bót fyri brot á marknaðarføringslógina, og at Brúkaraumboðið síðani hevur viðgjørt fleiri mál viðvíkjandi Føroya Tele.