03.12.2019
Góð ráð um gávukort
- Vert er at umhugsa, um gávukort er rætta gávan. Eitt gávukort skal brúkast skjótast til ber, tá peningurin annars kann verða mistur, um handilin letur aftur, fer á húsagang ella fær nýggjan eigara, áðrenn gávukortið er brúkt;
- Gev tær far um, hvussu leingi gávukortið er galdandi. Gávukortið fyrnast aftaná 5 ár, um onnur avtala ikki er gjørd. Um onnur avtala er gjørd, skal freistin fyri at brúka gávukortið ikki vera órímiliga stutt;
- Tryggja tær, at gávukortið ikki fyrnast, áðrenn móttakarin hevur møguleika til at brúka gávukortið;
- Kanna um gávukortið kann býtast til reiðan pening, um móttakaranum ikki dámar vørur ella tænastur hjá tí vinnurekandi, ið gávukortið er til. Útgangsstøði er, at hetta ikki letur seg gera. Fæst ein slík avtala tó í lag, skalt tú tryggja tær, at hetta verður skrivað á gávukortið;
- Hav í huga, um tað er lætt og ómakaleyst hjá móttakara at brúka gávukortið. Fleiri gávukort verða ikki brúkt, tí at tað er ov trupult, tey verða gloymd ella burtur;