H-Dygd tillagar orðing í lýsingartilfari
Brúkaraumboðið hevur gjørt H-Dygd varugt við, at veruligar upplýsingar í lýsingum skulu vera rættar og skulu kunna skjalprógvast og samanberandi lýsingar ikki mugu skapa misálit ella lítismeta vørur hjá kappingarneyta.
Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina klagu um, at H-Dygd hevði skrivað um nøkur toppbesløg í vindeygunum, at tey eru heimsins bestu – øll onnur toppsving besløg eru eftirlíkningar!
H-Dygd viðgekk, at orðingarnar í lýsingunum kanska vóru í stríð við marknaðarføringslógina og felagið segði eisini, at vendingin ”heimsins bestu” ikki verður brúkt aftur, men kanska í staðin ”millum heimsins bestu.” Eisini hevur H-Dygd strikað orðingin – øll onnur toppsving besløg eru eftirlíkningar.
Brúkaraumboðið minnir eisini á, at tað er tann, sum brúkar útsagnir og uppáhald í marknaðarføringini, sum skal skjalprógva at útsagnirnar eru rættar.
Brúkaraumboðið sigur í síni niðurstøðu um klaguna, at tá H-Dygd hevur ásannað, at orðingin kanska var í stríð við marknaðarføringslógina og hevur broytt orðingina, ger Brúkaraumboðið ikki meiri við málið.