Javnvág í lýsingar um breiðbandtænastur
Brúkaraumboðið hevur gjørt vegleiðing um, hvussu fjarskiftisveitarar skulu lýsa við sølu av breiðbandi.
Talan er um, hvørji minstukrøv eru til ymiskar lýsingar, tá fyritøkurnar bjóða kundunum breiðband.
Sum í aðrari marknaðarføring er galdandi, at upplýsingar í søluátøkum ikki eru villleiðandi ella ósannar og viðkomandi upplýsingar mugu ikki verða lagdar burturúr.
Vegleiðingin vísir á, at javnvág skal verða í lýsingunum. Hetta merkir eitt nú, at tá upplýst verður um ferð á breiðbandi, so skal tilskilast greitt, um upplýsta ferðin ikki er galdandi í øllum økjum í landinum, alt samdøgrið ella um ferðin kanska verður avmarkað av øðrum. Javnvág er í lýsingini, um møguligar avmarkingar eru eins týðiligar og høvuðssøluboðskapurin.
Brúkaraumboðið skýtur upp, at um vissa ikki kann veitast fyri ferð til dømis í einum ávísum øki, so skal bera til at lýsa við "upp til" ferð. Men tó er kravið, at fjarskiftisfyritøkurnar kunnu prógva, at meginparturin (80 %) av kundunum í tí økinum, fáa upplýstu ferðina.
Eisini sigur Brúkaraumboðið, at aðrar avmarkingar eitt nú útvegan, landafrøðiligar avmarkingar og avmarkingar í til dømis niðurtøkunøgd, skulu tilskilast.
Endamálið er, at kundin keypir tað, sum hann heldur seg keypa. Um munur er millum tað, sum lýst er við og tað, sum kundin fær, so hevur kundin rætt til avsláttur ella í versta føri at fáa allan peningin aftur.
Brúkaraumboðið hevur sent vegleiðingina til viðkomandi fjarðskiftisveitarar og Vinnuhúsinum til ummælis. Freistin at lata Brúkaraumboðnum viðmerkingar er 3. oktober 2016.
Vegleiðingin er at finna her