Komandi ár fáa bankakundar sín kærumøguleika
Skrivað hevur: Georg L. Petersen
Hósdagur 11. november 2010, kl. 13.35, 216/133 – pengar.fo
Vánalig ráðgeving: Í eina tíð hava føroyskir peningastovnar verið í samráðingum við danska Pengeinstitutankenævnet, so føroyskir bankakundar eisini kunnu klaga um vánaliga ráðgeving. Og komandi ár gerst hetta helst veruleiki |
– Samráðingarnar millum føroysku peningastovnarnar og Pengeinstitutankenævnet hava gingið væl. Gongur alt sum ætlað, so kemur alt uppá pláss fyrst í komandi ári. Tað sigur Gordon Rajani frá Felagnum Føroyskir Peningastovnar. Tá ein avtala er fingin upp á pláss, fáa føroyskir bankakundar sama møguleika at klaga um vánaliga bankaráðgeving, sum danskir bankakundar.Umvegis rættarskipan Sum støðan er í løtuni kunnu føroyskir bankakundar als ikki klaga um vánaliga ráðgeving. Eru teir ónøgdir, mugu teir umvegis advokat og rættarskipanina, og tað kann gerast ein bæði dýrur og langur vegur at ganga. Ikki bindandi Dimmalætting © |