23.02.2015

Kringvarpið fylgir tilmæli frá Brúkaraumboðnum

Kringvarp Føroya hevur eftir tilmæli frá Brúkaraumboðnum avgjørt at taka beinleiðis lýsingarnar fyri vinningum burtur úr sendingini Orrustan, sum er ein spurnakapping í sjónvarpinum ætlað børnum millum 10 og 13 ár.

Eftir at ivi tók seg upp um tað var brot á góðan marknaðarføringssið at hava lýsingar fyri vinningum inni í sendingini, spurdi Kringvarpið seg fyri hjá Brúkaraumboðnum.
Brúkaraumboðið mælti Kringvarpinum til at taka lýsingarnar úr sendingini, og Kringvarpið hevur avgjørt at fylgja tilmælinum.

Í grundgevingini hjá Brúkaraumboðnum verður víst á lógina um kringvarp, har sagt verður at greiður skilnaður skal vera millum programminnihald, kunngerð, lýsing og sponsorering. Víst verður eisini til lógina um marknaðarføring, sum hevur eina serliga grein, sum sigur, at marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.

Brúkaraumboðið vísir á, at tá lýsingar verða bornar fram, má ungi málbólkurin ikki vera í iva um, at talan er um eina sølufremjandi lýsing. Tað kann verða trupult hjá børnum og ungum at skina á, um talan er um eina lýsing ella um programminnihald.

Vísandi til kravið um skilnað millum programminnihald og lýsingar og til serligu verndina, sum marknaðarføringslógin veitir børnum, mælti Brúkaraumboðið Kringvarpinum at taka lýsingarnar úr sendingini, og um vinningar eru í sendingini, so upplýsa um teir á stuttan og óheftan hátt, har bert verður upplýst um slag og td. skap og ikki um veitarar og búmerki hjá teimum.

Alt tilmælið sæst her: http://bruk.fo/um-brukaraumbodid/avgerdir-hja-brukaraumbodnum/tilmaeli-til-kvf-um-vinningar-i-sendingini-orrustan/