26.02.2013

Kvittan frá Vodafone

Brúkaraumboðið hevur av sínum eintingum tikið mál til viðgerðar um orðing á kvittanum við keyp av telefon o.t. frá Vodafone.

Brúkaraumboðið valdi at kanna um Vodafone sýnti góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran og almenn samfelagsáhugamál, jvb. § 1 í lóg um marknaðarføring.

Á kvittanini frá Vodafone stóð henda orðing “ Eru brek við telefoni frá nýggjum, má hon latast Vodafone, við eskja innihald 7 dagar frá keypi. Annars er umvæling galdandi.”

Smbrt. § 81 og 83 í keypilógini skal brúkarin hava boðað seljara frá innan rímiliga tíð frá, at brúkarin hevur ella átti havt staðfest, at brek er við tí keypta.

Um brúkarin ikki hevur gjørt vart við seg innan eitt ár frá keypinum, kann hann ikki seinni gera galdandi, at brek er við tí keypta. Seljari kann leingja reklamatiónsfreistina.

Brúkaraumboðið gjørdi Vodafone vart við, at teksturin á kvittanini frá Vodafone kundi skiljast sum rættindi, sum brúkarin hevur smbrt. § 83 í keypilógini vórðu tikin frá viðkomandi.

Brúkaraumboðið var eisini av tí fatan, at teksturin á kvittanini var ov torskilt orðaður, soleiðis at ilt var at skilja, hvat teksturin innibar, og hvat endamálið við tekstinum var.

Brúkaraumboðið ynskir, at tað skal vera so einfalt og trygt sum møguligt at vera brúkari og skilja møguligar avtalutreytir og heitti tí á Vodafone um í sínum avtalutreytum at brúka orðingar, ið eru einfaldar og lættar at skilja hjá brúkarum og um at broyta hesa ítøkiligu orðing á kvittanum, ið brúkarar fáa frá Vodafone.

Vodafone upplýsti Brúkarumboðnum, at brúkarar hjá Vodafone hava ein reklamatiónsrætt á tvey ár. Teksturin á lýsingini sipar ikki til reklamatiónsrættin, men vísir til, at um okkurt er galið við tí keypta, fær brúkarin nýggja vøru, um hann kemur aftur við vøruni innan 7 dagar. Um nakað er galið við tí keypta og brúkarin kemur aftaná teir 7 dagarnar, verður vøran vanliga send til umvælingar uttan kostnað fyri brúkaran.

Vodafone ynskir at hava so einfalda marknaðarføring fyri brúkaran, sum til ber og hevur tí skotið upp, at orðingin verður broytt og verður soljóðandi:

Vit býta fegin vøruna um ella endurrinda peningin innan 12 dagar, um kvittan verður víst, og at vøran er í sama standi, sum tá ið hon varð keypt, og hon ikki er pakkað upp.

Vodafone veitir 2 ára reklamatiónsrætt frá tí degi vøran er keypt. Reklamatiónsrætturin umfatar ikki um vøran er skødd orsaka av herverki, skeivari nýtslu, vætu ella líknandi.

Verður vøran latin okkum innan 7 dagar verður nýggj telefon latin, um tað er eftir 7 dagar verður vøran send til umvæling.

Brúkaraumboðið fegnast um, at Vodafone broytir orðingina til frama fyri brúkaran og ger ikki meira við málið.