06.08.2014

Leiðreglur til hoyringar

Leiðreglur til hoyringar:

Brúkaraumboðið hevur í dag sent hesar leiðreglur til hoyringar.

• Vegleiðing hjá § 6 í marknaðarføringslógini – óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar
• Vegleiðing um avsláttarseðlar – § 10 í lóg um marknaðarføring
• Vegleiðing um kapping treytað av keypið – § 11 í lóg um marknaðarføring
• Vegleiðing um virðislønarkappingar, ið feløg hava í samstarvi við vinnurekandi

Hoyringspartur er Vinnuhúsið. Hoyringsfreistin er til 12. september 2014.

Vegleiðingin um § 6 tekur støði í tí donsku vegleiðingini, tó við teimum frávikum sum føroyska lógin hevur í mun til donsku lógina.

Vegleiðingarnar um § 10 og § 11 eru eisini gjørdar við tí donsku vegleiðingunum sum fyrimynd. Her er tó at siga, at § 10 og § 11 eru settar úr gildi í DK, tí eru hesar vegleiðingar eisini settar úr gildi í DK.