Norðurlendsk brúkaraumboð í dysti við haldarafellur
Norðurlendsk brúkaraumboð í dysti við haldarafellur.
Tey norðurlendsku brúkaraumboðini fylkjast nú at basa haldarafellum á netinum. Á fundi í Keypmannahavn hava brúkaraumboð millum annað avrátt at fáa styrkt altjóða samstarv.
Tey norðurlendsku brúkaraumboðini fáa í løtuni alsamt fleiri klagur um haldarafellur á netinum og ólógliga telefonsølu og hava avrátt at virka tættari saman til tess at basa sviki á netinum.
Brúkaraumboðini skjóta ímillum annað upp:
• At tað fer at bera til at steingja atgongdina til ólógligar heimasíður.
• At tað fer at verða lættari at fara í bankan og fáa steðgað óheimilaðari úttøku á kontuni.
• At lóggávuhandhevjan verður styrkt tvørtur um landamørk, t.d ígjøgnum samstarv og møguleikar at lata hvør øðrum upplýsingar millum myndugleikar í Norðurlondum og myndugleikar í øðrum londum.
Í felags fráboðan frá norðurlendskum brúkaraumboðum verður sagt:
”Vit eru ørkymlað um gongdina, at fleiri brúkarar detta í haldarafelluna. Tað er ein vaksandi trupulleiki í Norðurlondum og tí eitt mál, vit raðfesta frammarlaga at koma til lívs.
Okkum vantar í løtuni effektiv amboð at gera nakað við haldarafellurnar. Virkini, ið standa fyri hesum, eru ofta altjóða virki og marknaðarføra seg ígjøgnum sosialar miðlar og leitimaskinur. Tí hava vit avrátt at styrkja samstarvið við aðrar myndugleikar uttan fyri ES, so vit kunnu fáa neyðugar upplýsingar.
Hvat eru haldarafellur?
• Brúkarar verða vanliga lokkaðir við ókeypis gávum og vinningum, t.d. svara tey einum spurnablaði ella eru við í kapping á netinum.
• Tað tykist ofta sum um, at kendir merkjavøruframleiðarar standa fyri spurnablaðnum ella kappingini, tó at tað als ikki er so.
• Eyðkent er, at brúkarar skulu rinda eina lítla upphædd í postgjaldi fyri at fáa gávuna, royndarpakkan ella vinningin sendandi. Í tí sambandi geva tey teimum sínar gjaldkortupplýsingar. Stundum fáa tey rokning saman við pakkanum.
• Ógreiðari eru treytirnar ella tað, ið er skrivað við smáum niðast á síðuni, at brúkarar, tá ið teir siga jatakk til ókeypis gávuna, vinningin ella royndarpakkan samstundis melda seg til eitt framhaldandi gjaldhald, sum teir hvønn mánað skulu rinda pening fyri.
Norðurlendsku brúkaraumboðini eru:
• Henrik Øe, Danmark
• Gry Nergård, Noreg
• Gunnar Larsson, Svøríki
• Päivi Hentunen, Finnland
• Tryggvi Axelsson, Ísland
• Rannvá Ragnasdóttir, Føroyar
Samband:
Brúkaraumboðið
Skálatrøð 20
Tórshavn
Telefon: 358000