Norðurlendsku brúkaraumboðini økja samstarvið fyri at styrkja brúkaraverndina
Í døgunum 26. til 28. august hittust brúkaraumboðini í Danmark, Føroyum, Finnlandi, Grønlandi, Íslandi, Svøríki og Noregi fyri at skifta orð um felags avbjóðingar, innan økið hjá brúkaraumboðnum.
Norðurlendsku brúkaraumboðini eru samd um týdningin av einum øktum altjóða samstarvi. Vit síggja nýggjar handilspallar og rák spjaða seg skjótt á tí evropeiska marknaðinum. Fyri at kunna reagera upp á hesar avbjóðingar, so sum talgilding, stórar altjóða fyritøkur, keyp og sølu yvir netið og marknaðarføring tvørtur um landamørk, er tað av týdningi, at hvør myndugleiki nýtir sínar resursur á skilabestan hátt.
Av tí at norðurlendsku brúkaraumboðini hava líknandi reglur á flestu økjum, ber til at samstarva um løgfrøðiligar tulkingar og handhevjan av málum.
Økta samstarvið millum norðurlendsku brúkaraumboðini leiðir eisini til vaksandi rættartrygd og gjøgnumskygni fyri vinnurekandi í norðurlondum, tí hesi sum oftast kunnu nýta sama handils- og marknaðarføringssið, uttan mun til hvørjum norðurlendskum landi tey virka í.
Við at savna saman styrkirnar á einum norðurlendskum støði, kunnu vit saman loysa trupulleikar og umrøða nýggj rák, ið ferðast tvørtur um landamørkini. Samstarvið millum brúkaraumboðini gevur okkum møguleika at savna saman resursur, deila praksis og kjakast um, hvussu vit skilja tær felags reglurnar vit hava.
Eftir okkara sannføring, er eitt norðurlendskt samstarv ikki bert gott at hava – men neyðugt at hava!