Nýggj vegleiðing:
Forboðið at spamma fólk – eisini á sosialu miðlunum
Lýsingarátøk og onnur marknaðarføring á sosialu miðlunum skulu eisini fylgja lógini um marknaðarføring.
Vendir ein fyritøka sær beinleiðis til ein brúkara á sosialu miðlunum, kann talan vera um boð, ið koma undir spammforboðið. Tað vil siga, at tað er forboðið at senda lýsingartilfar til fólk, sum ikki hava givið sítt samtykki frammanundan.
Sama er galdandi fyri fráboðanir ella áheitanir frá fyritøkum um at dáma eina ávísa síðu og eisini fyri kappingar, har brúkarin kann frámerkja ella tagga ein annan persón fyri at vera við í eini kapping. Hetta verður eftir lógini um marknaðarføring roknað sum spamm og er ikki loyvt.
Brúkaraumboðið fær javnan fyrispurningar til hetta evnið og tí er tørvur á eini vegleiðing, ið er meira ítøkilig. Brúkaraumboðið hevur á heimasíðuni kunngjørt eina vegleiðing um spamm á sosialu miðlunum. Vegleiðingin byggir í stóran mun á donsku reglurnar.
Vegleiðingin um spamm á sosialu miðlunum er at finna á heimasíðuni bruk.fo. Leinki er her: https://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/spammforbodid-sosialir-midlar/