Nýggj vegleiðing: Meginreglur fyri marknaðarførslu miðað móti børnum á netinum
Endamálið við meginreglunum er at leggja lunnar undir skilagóðar mannagongdir við tí fyri eyga at forða fyri skaðiligari marknaðarførslu, sum er ætlað børnum, sum reika á netinum, og at stuðla virkjum og fyritøkum at verja ungar brúkarar móti skaðiligari ávirkan.
Hetta verður sagt í eini vegleiðing um marknaðarførslu ætlað børnum á netinum.
Vegleiðingin er gjørd av ICPEN, sum er ein felagsskapur av brúkaraumboðum úr meira enn 65 londum. Felagsskapurin arbeiðir fyri at verja allar brúkarar, og nú er vegleiðing um marknaðarførslu á netinum ætlað børnum komin út á føroyskum. Brúkaraumboðið hevur tillagað vegleiðingina til føroyskt og er ætlað vinnufyritøkum og øðrum, sum marknaðarføra seg á netinum.
Lívið hjá børnum er blivið alsamt meira talgilt og børn samskifta, spæla og brúka nógv internetið. Tað er greitt, at børn eru støðugt meira útsett fyri sølulýsingum, tá tey ferðast á netinum.
Samstundis eru nógvar fyritøkur farnar at brúka nógva orku at marknaðarføra seg á netinum.
Eggjar til góða manngongd
Í vegleiðingini verður ljós varpað á fýra viðurskifti, sum ansast skulu eftir, tá netið verður brúkt til marknaðarførslu.
- Vantandi gjøgnumskygni, tá íð lýsingartekstur og vanligur tekstur er blandaður saman
- Marknaðarførsla, sum misbrúkar vantandi innlitið, sum børn hava í lýsingarheimin, teirra góðvarni og lætttrúni
- Vantandi gjøgnumskygnið í handfaringina av dátum hjá børnum, og vantandi gjøgnumskygnið í, hvussu hesar dátur verða brúktar í persónliga stílaðum lýsingum
- Marknaðarførsla av vøru, ið ikki er hóskandi til børn
Brúkaraumboðið vísir á, at leiðreglurnar eru gjørdar serliga fyri at fyribyrgja skaðiliga marknaðarførslu á netinum, og ikki beinleiðis fyri at fyribyrgja aðrari skaðiligari ávirkan, sum børn annars kunnu vera útsett fyri á netinum, sum eitt nú innihald og atburður, sum er óhóskandi fyri børn.
Mint verður á, at børnum vanta royndir og innlit í lýsingaheimin, og tí hava børn ilt við at skyna á, nær talan er um eina handilslýsing. Um eitt barn ikki klárar at skilja ímillum, hvat ið er ein handilslýsing, og hvat ið ikki er ein handilslýsing, verður tað lættliga ávirkað av handilslýsingum og kann koma til at keypa vøru, sum tað annars ikki hevði gjørt.
Keyptir ávirkarar
Umframt beinleiðis vinnulýsingar, so verða børn eisini ávirkað av persónum, sum hava egnar til dømis youtube-rásir ella aðrar rásir, har tey undirhalda sínum hyggjarum, sum eisini eru børn – sonevndir ávirkarar.
Í nýggju vegleiðingini verður eisini nevnt, at skaðilig marknaðarførsla kann fara fram gjøgnum spøl, sum børn spæla á netinum.
Nýggja vegleiðingin vísur á, at marknaðarførsla á sosialu miðlunum og inni í spølum er ein opin og beinleiðis atgongd til at ávirka barnið. Hetta kann minka forðingina fyri at keypa vøruna sammett við, um ein skuldi farið í ein vanligan handil. Tað er tí neyðugt, at børnini hava møguleika at skyna á, hvat ið er sølulýsing og hvat ið ikki er sølulýsing.
Vegleiðingin og leiðreglurnar eru á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum: https://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/leidreglur-og-mannagongdir-fyri-marknadarforslu-aetlad-bornum-a-netinum/