Prentmiðstøðin givið Brúkaraumboðnum tilsøgn sambært marknaðarføringslógini.
Í sambandi við, at Føroyska Málnevndin og fleiri onnur hava gjørt vart við, at ásetingin um at lýsingar og lýsingartilfar, sum verður sent út til húskini í Føroyum skal verða á føroyskum, so hevur Brúkaraumboðið tikið málið upp, fyri at fremja eftirlit við at lógin verður hildin.
Tá ið vinnumálaráðið sendi marknaðarføringslógina niðan í tingi, var lógin viðtikin uttan broytingar at kalla. Tó samtykti løgtingi eina áseting um at lýsingartilfar skal verða á føroyskum, sum verður sent út til føroyska brúkaran, fyri at ávirka keyp av vørum og tænastum.
Grein 7a.: sigur greitt:
§ 7a. Lýsingar og lýsingatilfar, sum er beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, skal vera á føroyskum.
Síðani lógin kom í gildi tann 1. januar 2009 hava nógvar fyritøkur gjørt eitt stórt arbeiðið at týða til føroyskt donsk lýsingarbløð, so at hesi verða send út á føroyskum.
Hóast hetta eru nøkur lýsingarbløð, sum støðugt hava verið send út á donskum.
Mannagongdin hjá Brúkaraumboðnum er henda, sambært samráðingarmeginregluna í marknaðarføringslógini § 22 hevur:
- Brúkaraumboðið fer altíð samráðingarvegin, sum helst skal enda við, at felagið gevur Brúkaraumboðnum eina skrivliga tilsøgn, um at ávís viðurskifti framyvir verða hildin.
- Um so er at tilsøgnin ikki verður yvirhildin verður ein áminning send við eini freist.
- Eftir hetta verður ein álegging send, sum síðani elvir til eitt rættarmál.
Brúkaraumboðið fegnast tí um, at tað er eydnast at gera avtalu við Prentmiðstøðina P/F, har ið Prentmiðstøðin hevur givið tilsøgn um at lýsingar og lýsingartilfar bert verður útborðið, um so er at hesar lýsingar eru á føroyskum. Undantikið er tó lýsingartilfar, sum brúkarin hevur umbiðið.
Við hesum hevur Prentmiðstøðin sýnt góðan marknaðarføringssið, við at verða undangongu felag at halda marknaðarføringslógina. Innhaldið í tilsøgnini er í stuttum:
Prentmiðstøðin gevur hervið sambært marknaðarføringslógini § 22 tilsøgn til Brúkaraumboðið um:
at virka fyri at fremja góðan marknaðarføringssið, við at at ganga undan, so at § 7a, har ið ásett verður at lýsingar og lýsingartilfar, sum er beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, skal vera á føroyskum eisini verður framd.
Tað vil siga at útbering av slíkum lýsingum kann bert fara fram, um so er at lýsingar og lýsingartilfar er á føroyskum. Undantikið frá hesum er tó tilfar sum brúkarin sjálvur hevur bílagt.
Brúkaraumboðið fær dagliga nógvar fyrispurningar, sum verða avgreiddir beinanvegin, tó eru fleiri mál stovnað, sum Brúkaraumboðið arbeiðir víðari við.