17.08.2020

Prísir til brúkarar skulu upplýsast við mvg

Tann fyrsti prísurin, sum ein brúkari sær í eini lýsing, skal vera tann fullfíggjaði ella fulli prísurin.

Brúkaraumboðið hevur mint skeiðsfyritøkuna Synergi á, at fyritøkan til brúkaran skal upplýsa endaliga prísin, bæði í lýsingum og á heimasíðuni.

Brúkaraumboðið gjørdi av at kanna prísupplýsingarnar á heimasíðuni hjá fyritøkuni og legði merki til tvær lýsingar til brúkarar, har fyrstu prísirnir brúkarin sá, vóru prísir uttan mvg.

- Brúkarin skal síggja fullfíggjaðan prís fyrstu ferð brúkarin sær prísin, sigur Rannvá Signhild Ragnarsdóttir, stjóri í Brúkarsumboðnum.

Umframt at prísir skulu upplýsast við mvg, so skulu møgulig ómaksgjøld eisini upplýsast í fyrsta prísinum, sum brúkarin sær.

Brúkaraumboðið staðfestir, at Synergi beinanvegin broytti prísirnar og ger ikki meira við málið.

Viðkomandi reglur:

§ 13, stk. 1-3 í lóg um marknaðarføring:

§ 13. Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant  og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.

Stk. 2. Stk. 1, 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi í sambandi við vinnuliga sølu av tænastum til brúkarar á einum føstum handilsstaði, og tá tænastan verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Í førum, har tað ikki er møguligt at upplýsa samlaða prísin fyri tænastuna, skal kunnast um grundarlagið fyri at útrokna prísin, um hendan kunningin ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Um tað vegna mongdina av útbodnum tænastum ikki er møguligt at lata prís ella útrokningargrundarlag fyri tær allar, skal prísurin ella útrokningargrundarlagið fyri eitt viðkomandi og umboðandi úrval av tænastunum upplýsast.

Stk. 3. Tá kunnað verður um prísir á vørum og tænastum í sølulýsingum, ella aðrari marknaðarføring, skulu upplýsingarnar lúka treytirnar í stk. 1 ella 2, § 14, umframt í reglum gjørdar við heimild í stk. 6. Um ein framleiðari, innflytari ella heilsøla í lýsingum ella á annan hátt skjýtur upp ein prís til víðarisølu til brúkararnar, skal greidliga tilskilast, at prísurin er vegleiðandi. 1. pkt. er eisini galdandi í sambandi við munnligar prísupplýsingar.