Saman í hernað ímóti fjaldari lýsing
Saman í hernað ímóti fjaldari lýsing
Norðurlendsku brúkaraumboðini semjast um at samskipa arbeiðið ímóti fjaldari lýsing í sosialum miðlum.
Norðurlendsku brúkaraumboðini vóru saman í Oslo tann 15. og 16. juni, har tey skiftu orð um fjaldar lýsingar. Breið semja er um, at hetta er týdningarmikið evni. Fyri brúkaraumboðini er umráðandi at vita hvør, ið sendir eini boð.
– Vit hava arbeitt á ymsan hátt við fjaldari lýsing í ymsu londunum. Men reglan um at týðiligt og greitt skal vera, at ein lýsing er ein lýsing, er semja um í øllum Norðurlondum, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð.
Ymisk tiltøk
Finnland hevur arbeitt mest við teimum lýsarum, sum brúka blogg sum lýsingarás. Noreg hevur fyrst og fremst arbeitt við at upplýsa bloggararnar um regluverkið. Danmark hevur havt málið í brennideplinum í langa tíð, og hevur havt fleiri stakmál til viðgerðar. Eftir at hava samskift við bloggarar og samskiftisvinnuna eru tey í holt við at geva bloggarum góð ráð. Svøríki hevur eisini leingi havt eyguni við hesum máli. Í løtuni arbeiða tey mest við at kunna bloggarar um regluverkið, og lýsararnir arbeiða við sínum leiðreglum á økinum. Ísland hevur eisini arbeitt við at upplýsa bloggarar og aðrar miðlar og gav í juni 2015 út eina vegleiðing um, hvussu lýsingar verða merktar bæði í siðbundnum og sosialum miðlum. Føroyar hevur eisini eyguni við fjaldum lýsingum og kunnar um reglurnar á økinum.
Felags støði
Á fundinum avráddu norðurlendsku brúkaraumboðini, at tey fara at samskipa arbeiðið betur og fara longu í summar at savna løgfrøðingar úr øllum seks londunum við tí endamáli at skriva eina felags støðutakan til fjaldar lýsingar.
Fjølmiðlasambond:
Gry Nergård, brúkaraumboð, Noreg (Tlf.: + 47 990 05 080)
Päivi Hentunen, brúkaraumboð Finnland, (Tlf.: +358 29 505 3000)
Cecilia Tisell, brúkaraumboð, Svøríki (Tlf.: 0761-10 40 22)
Christina Toftegaard Nielsen, brúkaraumboð, Danmark (Tlf.: + 45 41 71 51 51)
Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð, Føroyar (Tlf.: + 298 358000)
Tryggvi Axelsson, brúkaraumboð, Ísland (Tlf.: + (354) – 510 11 00)