06.12.2021

Samlaður prísur skal upplýsast - eisini í lýsingartilfari

Brúkaraumboðið hevur boðað hoyriklinikkini Hoyrnini frá, at Brúkaraumboðið metti, at tað var brot á lógina um marknaðarføring, tá Hoyrnin í faldara lýsti við prísi fyri hoyritól úr 125 kr. um mánaðin. Brúkaraumboðið vísti á, at í faldaranum  sást bert mánaðargjaldið og ikki samlaði prísurin fyri hoyritólið. Brúkaraumboðið hevur lagt áherðslu á, at Hoyrnin heldur marknaðarføringslógina.

Í lógini um marknaðarføring stendur, at í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna. Tá kunnað verður um prísir á vørum og tænastum í sølulýsingum ella aðrari marknaðarføring, skulu upplýsingarnar lúka hesa treyt.

Hoyrnin hevur tikið áheitanina frá Brúkaraumboðnum til eftirtektar og fylgir marknaðarføringslógini frameftir.

Viðkomandi ásetingar §§ 3 og 13 í lóg um marknaðarføring.

  • § 13. Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.
  • Stk. 2. Stk. 1, 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi í sambandi við vinnuliga sølu av tænastum til brúkarar á einum føstum handilsstaði, og tá tænastan verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Í førum, har tað ikki er møguligt at upplýsa samlaða prísin fyri tænastuna, skal kunnast um grundarlagið fyri at útrokna prísin, um hendan kunningin ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Um tað vegna mongdina av útbodnum tænastum ikki er møguligt at lata prís ella útrokningargrundarlag fyri tær allar, skal prísurin ella útrokningargrundarlagið fyri eitt viðkomandi og umboðandi úrval av tænastunum upplýsast.
  • Stk. 3. Tá kunnað verður um prísir á vørum og tænastum í sølulýsingum, ella aðrari marknaðarføring, skulu upplýsingarnar lúka treytirnar í stk. 1 ella 2, § 14, umframt í reglum gjørdar við heimild í stk. 6. Um ein framleiðari, innflytari ella heilsøla í lýsingum ella á annan hátt skjýtur upp ein prís til víðarisølu til brúkararnar, skal greidliga tilskilast, at prísurin er vegleiðandi. 1. pkt. er eisini galdandi í sambandi við munnligar prísupplýsingar.
  • § 3. Tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.