10.11.2014

Skeið í online marknaðarføring

Brúkaraumboðið skipar fyri skeiði í online marknaðarføring.

Til tín

Tú arbeiðir við at samskifta við viðskiftafólki, limum o.t. ella við sølu, menning og marknaðarføring av vørum og veitingum frá tínum virki og hevur tørv á at vita, hvussu tú á bestan hátt gjøgnum talgildu miðlarnar nært tínum málbólki.

Hvat fært tú burturúr

Skeiðið gevur tær innlit í reglurnar fyri online marknaðarføring og vísir tær, hvussu tú – uttan at verða skeivu megin marknaðarføringslógina – “tosar við” viðskiftafólk, tá tú marknaðarførir gjøgnum talgildar miðlar.

Innihald

Trupult kann vera at stýra millum reglurnar fyri online handli. At stíga skeivt kann kosta – bæði í umdømi og peningi. Tá tú veist, hvussu tú skalt stýra, verður tú eisini tryggari í valinum millum møguleikarnar at marknaðarføra online – møguleikar tú kanska ikki visti um.

Vit hyggja at samlaðu reglunum við tulkingum og geva boð uppá, hvat man kann og ikki kann í teimum ítøkiligu støðunum í gerandisdegnum.

Luttakararnir eru vælkomnir at koma við ítøkiligum avbjóðingum úr gerandisdegnum. Vit koma við uppskoti um loysn.

Á skeiðnum verða viðgjørd evni sum:

  • Kunnu vit bjóða allar vørur og tænastur umvegis sosialu miðlarnar?
  • Hvussu skipa vit fyri kappingum á facebook?
  • Hvussu samskifta vit umvegis sosialu miðlarnar?
  • Nær kunnu vit eggja til at dáma eina síðu?
  • Hvørjar eru reglurnar fyri “tippa ein vin” á sosialu miðlunum?
  • Nær kunnu senda viðskiftafólki okkara tíðindaskriv?
  • Hvussu upplýsa vit um prís (fráprís, mvg v.m.)?
  • Kunnu vit brúka serlig tilboð við spariboðskapi?
  • Hvussu tryggja vit okkum, at marknaðarføringin yvir børnum og ungum er í lagi og brúk av hesum í marknaðarføringini?
  • Kunnu vit brúka blog og bloggarar?
  • Nær hava vit eitt vørumerki, og hvussu verja vit tað?
  • Hvussu tryggja vit okkum, at kappingarneytar ikki snulta á okkara handilsmerki?

Undirvísari verður Sonny Kristoffersen, adv. Undirvíst verður á donskum.

Nær: hósdagin, tann 26. februar 2015, kl. 9.00 til 16.00. Tilmelding í seinasta lagi 13. januar 2015.

Hvar: verður ásett seinni

Kostnaður: Uttan mvg. Kr. 4.200,00
Íroknað mvg. Kr. 5.250,00

Tilmelding er bindandi og møguligt er ikki at melda frá, tó er møguligt at lata starvsfelaga frá sama arbeiðsplássi møta í staðin.

Brúkaraumboðið tilskilar sær rætt at avlýsa skeiðið um tilmeldingin ikki er nóg góð. Um so er, verður skeiðsgjaldið endurgoldið.

Tú tilmeldar við at senda teldupost til bruk@bruk.fo við navni á luttakara, umframt navni á arbeiðsgevari, um hesin skal rinda fyri skeiðið.