Skeið – online marknaðarføring
Tann 26. februar 2015 skipaði Brúkaraumboðið fyri skeiði í online marknaðarføring. Skeiðshaldari var Sonny Kristoffersen. Skeiðið varð hildið í Kaffihúsinum á Bryggjubakka.
Á skeiðnum vórðu m.a. hesir spurningar gjøgnumgingnir:
• Kunnu vit bjóða allar vørur og tænastur umvegis sosialu miðlarnar?
• Hvussu skipa vit fyri kappingum á facebook?
• Hvussu samskifta vit umvegis sosialu miðlarnar?
• Nær kunnu vit eggja til at dáma eina síðu?
• Hvørjar eru reglurnar fyri “tippa ein vin” á sosialu miðlunum?
• Nær kunnu senda viðskiftafólki okkara tíðindaskriv?
• Hvussu upplýsa vit um prís (fráprís, mvg v.m.)?
• Kunnu vit brúka serlig tilboð við spariboðskapi?
• Hvussu tryggja vit okkum, at marknaðarføringin yvir børnum og ungum er í lagi og brúk av hesum í marknaðarføringini?
• Kunnu vit brúka blog og bloggarar?
• Nær hava vit eitt vørumerki, og hvussu verja vit tað?
• Hvussu tryggja vit okkum, at kappingarneytar ikki snulta á okkara handilsmerki?
Eisini vóru ítøkiligir spurningar frá gerandisdegnum viðgjørdir.
Sum heild var eftirmetingin av skeiðinum góð.
Skeiðsluttakararnir fingið skeiðsprógv, tá dagurin endaði.