15.03.2021

Sølutilfar skal vera dagført til føroyska marknaðin

Ein bilasøla hevði í sølutilfarinum fyri ein bil knýtt upplýsingar uppí um, at eitt fimm ára service- og umvælingarhald fylgdi við keypi av bilinum.

Í brævi í samband við keypið, fær keyparin tó at vita, at garantiið er tvey ár. Víst verður til, at nevnda fimm ára service- og umvælingarhaldið bert er galdandi í Danmark.

Keyparin kærdi til Brúkaraumboðið, sum gjørdi bilasøluna varuga við mistakið.

Brúkaraumboðið vísti til lógina um marknaðarførslu, sum ásetur, at sølu- og lýsingartilfar ikki má vera villleiðandi.

Í hesum føri komu keypari og bilasølan ásamt um eitt nøktandi service- og umvælingarhald, so Brúkaraumboðið ger ikki meira við málið.

- Hetta er ein áminning til handlar og fyritøkur um at vera varin við at knýta treytir ella fyrimunir upp í sølutilfar, um tey ikki eru galdandi fyri keyparar í Føroyum. Í hesum førinum varð avtala gjørd millum keypara og bilasølu, men handlar og fyritøkur eiga altíð at vera neyv við sølu- og lýsingartilfari, sigur Brúkaraumboðið.