
Stakroyndir av “Ja takk tilboðum”
Seinastu tíðina hava “Ja takk tilboð” tikið dik á seg, serliga á sosiala miðlinum Facebook. Í november 2024 gjørdi Brúkaraumboðið stakroyndir av Ja takk tilboðum hjá ellivu ymiskum handlum, har kannað varð, um fyrr- og nú prísir vóru rætt upplýstir.
Stakroyndir vóru gjørdar hjá hesum handlum: Koppur & Kanna, Eikin, Mammulig.fo, Vøruhúsið á Hjalla, EL-Handilin á Tvøroyri, Ambod.fo og Bygma Balslev. Harumframt vóru stakroyndir eisini gjørdar av matvøruhandlunum: Á við Sundsvegin, Inn í Klaksvík, Á í Fuglafirði og FK í Tórshavn.
Brúkaraumboðið bað tey vinnurekandi um at skjalprógva príslækkingina fyri fleiri “Ja takk tilboð”, soleiðis at staðfestast kundi, um talan var um verulig tilboð. Eisini kannaði Brúkaraumboðið, um handlarnir høvdu havt vøruna til sølu í rúma tíð undan tilboðnum.
Víst skal vera á, at sum upprunaprísur skal upplýsast tann lægsti prísurin, sum vøran hevur kostað tær síðstu 4 vikurnar, um talan er um matvørur ella aðrar gerandisvørur, og 6 vikur, um talan er um aðrar vørur so sum innbúgv, ting, klæðir o.s.fr. Um upplýsti upprunaprísurin ikki er rættur, kann talan verða um villleiðandi marknaðarføring. Eisini skal vísast á, at sambært marknaðarføringslógini, má útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, bert fráboðast, um so er, at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt kunna skjalprógvast.
Úrslitini av stakroyndunum vóru misjøvn. Vøruhúsið á Hjalla og FK í Tórshavn megnaðu at skjalprógva undanprísin fyri allar vørurnar, ið spurt varð um fyri umbidna tíðarskeiðið. Hjá hinum handlunum vóru feilir í ella megnaðu teir ikki at skjalprógva undanprísin.
Handilin ikki havt vøruna til sølu áður
Úrslitið av stakroyndunum vísti á ein afturvendandi trupulleika. Í fleiri førum vísti tað seg nevniliga, at handlar marknaðarføra eina vøru sum “Ja takk tilboð”, og vísa á ein undanprís sum ikki er veruligur, tí handilin als ikki hevur havt vøruna til sølu frammanundan tilboðnum. Hetta var galdandi fyri allar stakroyndirnar hjá Ambod.fo, og fyri einstakar stakroyndir hjá Á í Fuglafirði og Á við Sundsvegin. Brúkaraumboðið hevur givið handlunum átalu fyri hesi brot.
Brúkaraumboðið skal gera vart við, at tá handlar ikki hava havt vøruna til sølu áður, ber ikki til at vísa á ein undanprís, tí har er eingin! Verður orðið “tilboð” brúkt og víst verður á ein undanprís, skal hetta avspegla eina veruliga príslækking, har upplýsti undanprísurin er tað lægsta, sum vøran hevur kostað tær seinastu 4 ella 6 vikurnar. Brúkaraumboðið skal vísa á, at um vøran ikki hevur verið til sølu áður, ber til at brúka onnur hugtøk, so sum “Ja takk prísur”, “góður prísur”, “sera bíligt” el. líkn., um tann vinnurekandi vil gera vart við, at prísurin er serliga góður. Um talan er um nýggja vøru, skal eingin undanprísur upplýsast.
Hjá Bygma Balslev vóru eisini onkrir feilir funnir. T.d. vísti tann eina stakroyndin, at ein vøra hevði verið til sølu í tvær vikur undan tilboðnum – har kravið er 4 vikur.
Villleiðandi tilboð
Marknaðarføringslógin ásetur, at tá søluprísir eru lækkaðir, kann hetta bert fráboðast um príslækkingin er verulig.
Stakroyndirnar vístu, at Koppur & Kanna, í 2 út av 5 stakroyndum hava upplýst skeivan undanprís. Í tí eina førinum var talan um ein lægri undanprís í lýsingini, meðan Koppur & Kanna, í 1 út av 5 stakroyndum, og Á í Fuglafirði, í 1 út av 4 stakroyndum, hava upplýst ein hægri undanprís í lýsingini, enn hann í veruleikanum var. Brúkaraumboðið skal vísa á, at tað er sera álvarsamt at upplýsa skeivan undanprís, serliga tá talan er um ein hægri undanprís. Tað er villleiðandi fyri kundan, sum fær eina fatan av, at sparingin er størri, og tilboðið er betri, enn tað í veruleikanum er. Brúkaraumboðið hevur givið handlunum átalu fyri hesi brot.
Hjá Inn í Klaksvík vóru eisini feilir. Millum annað var ikki víst á upprunaligan prís á tilboðsvøru, hóast talan var um vøru, sum handilin vanliga hevði til sølu. Í slíkum føri eigur upprunaprísur at upplýsast.
Manglandi telduskipan
Manglandi telduskipan við eini funktión at vísa prís aftur í tíð, hevur eisini verið ein orsøk til, at fleiri av handlunum ikki hava megnað at skjalprógva ein undanprís í ávikvist 4 og 6 vikur undan tilboðnum. Hesin trupulleikin vísti seg serliga hjá Mammulig.fo, Eikini og EL-Handlinum á Tvøroyri. Aðrir handlar høvdu eisini hesa avbjóðing, men hava kortini megna at leita fram sølukvittanir fyri seldu vørurnar, fyri at kunna skjalprógva undanprísin í umbidna tíðarskeiðnum á bestan hátt.
Týdningurin av at gera stakroyndir
Brúkaraumboðið metir tað hevur stóran týdning at gera stakroyndir, tí tað virkar fyri, at vinnurekandi verða kunnaði um reglurnar, og at marknaðarátøk verða lýst á rættan hátt til frama fyri brúkaran. Brúkaraumboðið hevur samskift við tey vinnurekandi um reglurnar í sambandi við sølufremjandi átøk og prísmarknaðarføring, og øll vinnurekandi hava verið sera samstarvshugaði.