Strandferðslan broytir endurgjald fyri 10-túra kort
Brúkaraumboðið fekk í januar og februar í ár tvær klagur um mannagongdina hjá Strandferðsluni at ógilda 10-túrakortini. Strandferðslan hevði boðað frá, at virðið á óbrúktum klippum á 10-túrakortum kundi flytast á eitt virðiskort, sum vórðu galdandi fyri allar bygda- og oyggjaleiðir.
Hetta kostaði eitt ómaksgjald á 50 krónur. Eisini segði Strandferðslan í fyrstu kunngerðini, at virðið undir 50 krónur vórðu ikki endurgoldin. Samstundis var freist sett, at virðið á óbrúktum klippum á 10-túrakortunum skuldi flytast á virðiskort innan 1. januar 2016.
Brúkaraumboðið ivaðist í heimildini í avtaluni millum Strandferðsluna og brúkaran at seta ómaksgjald á og at strika virði undir 50 krónur. Brúkaraumboðið vísti eisini á, at sambært fyrningarlógini var fyrningarfreist fyri flyting av persónum 5 ár.
Í samráð við Brúkaraumboðið hevur Strandsferðslan broytt mannagongdina. Tey, sum hava óbrúkt klipp á 10-túrakortum kunnu fáa virðið á óbrúktum klippum flutt á eitt virðiskort til í seinasta lagi 31. desember 2019. Virðið undir 50 krónur verða eisini flutt á eitt virðiskort, og Strandferðslan hevur eisini avgjørt at strika ómaksgjaldið á 50 kr.