19.08.2016

Tíðindaskriv á netmiðli var ikki fjald lýsing

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina klagu um, at ein tíðindaportalur hevði lagt eitt tíðindaskriv frá tryggingarfelagnum Trygd út millum onnur tíðindi. Tíðindaskrivið snúi seg um eina nýggja biltrygging og teir fyrimunir, sum Trygd metti vóru knýttir at tryggingini. Klagan var um, at talan var um eina fjalda lýsing.

Viðkomandi áseting í marknaðarføringslógini:

  • § 4. Ein lýsing skal vera soleiðis háttað, at lýsingin týðiliga verður uppfatað sum ein lýsing, uttan mun til hvønn form lýsingin hevur, og hvørjum miðli lýsingin verður borin fram í.

Tað er talan um fjalda lýsing, tá ein fjølmiðil ger avtalu við eitt virki um, at fjølmiðilin skrivar eina grein um virkið ella eina vøru/tænastu hjá virkinum og fær gjald ella aðra samsýning fyri hetta t.d. at virkið keypir eina lýsing í blaðnum ella gevur journalistinum okkurt afturfyri.

Brúkaraumboðið vísur á, at tað er tann vinnurekandi, sum hevur ábyrgdina av, at ein lýsing verður fatað sum ein lýsing og skal fylgja lógini um marknaðarføring. Men samstundis kann ein tíðindaportalur og aðrir miðlar hava eina medábyrgd, tí hesi bera lýsingina til brúkaran.

Tíðindaskriv frá vinnurekandi eru vanliga skrivað sum redaktionellur tekstur og kunnu tí innganga beinleiðis í tíðindini á miðlunum. Um miðlarnir ynskja at miðla eitt tíðindaskriv er neyðugt, at hetta er grundað á greið journalistisk atlit og tíðindaskrivið hevur eitt kunningarvirði.

Fjølmiðlar avgera sjálvir út frá journalistiskum atlitum, um eitt tíðindaskriv hevur slíkt kunningarvirði, at tað skal umrøðast. Fortreytin fyri, at umrøðan er fevnd av § 4 í marknaðarføringslógini er, at onkursvegna er avtalað millum tann vinnurekandi og fjølmiðilin, at tíðindaskrivið skal í tann redaktionella tekstin. Um fjølmiðilin av egnum áðum og redaktionellum grundum velur at kunngera tíðindaskrivið, er hetta ikki fevnt av lóg um marknaðarføring. Hetta at síggja í mun til, tá avtalað verður gjørd og samsýning fingin afturfyri.

Um umtalan er av redaktionellum grundum, er hon fevnd av reglunum um góðan fjølmiðlasið, ið eisini viðgera lýsingar, serliga pkt. 2 um integritet og ábyrgd. Í hesum reglum stendur m.a.

  • Greiður skilnaður eigur at vera millum lýsingartilfar og kunningartilfar annars.
  • Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at geva umrøðu aftur fyri lýsingar. Tað, ið kunnað verður um, skal vera úrslit av eini meting av kunningarvirðinum. Tað eigur at verða gjørdur skilnaður millum tíðindi og handilsliga kunning, eisini tá ið tað snýr seg um leinki og aðrar tilvísingar.
  • Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at lata stuðlar ávirka virksemið, innihaldið ella útsjóndina á einum fjølmiðli.

Fjølmiðlanevndin tekur avgerð í málum, ið viðvíkja brot á góðan fjølmiðlasið. Leiðreglurnar eru at finna á heimasíðuni hjá Fjølmiðlanevndini http://www.kaerustovnur.fo/Default.aspx?ID=20 .

Brúkaraumboðið sigur í síni niðurstøðu, at talan er ikki um eitt brot á § 4 í marknaðarføringslógini, tí tíðindaportalurin av egnum ávum hevur tikið avgerð um at hava tíðindaskrivið frá P/F Trygd í redaktionella tilfarinum og eingin avtala ella samsýning var annars millum tíðindaportalin og Trygd.

Tað er ikki lætt hjá brúkaranum at skilja ímillum, nær talan er um eina almannakunngerð út frá journalistiskum atlitum og nær talan er um at almannakunngera tíðindaskriv grundað á avtalu millum tann vinnurekandi og fjølmiðilin og harvið talan um fjalda lýsing um hon ikki verður nóg týðiliga eyðmerkt. Sjálvt um hetta ítøkiliga málið ikki er fevnt av lóg um marknaðarføring, vil Brúkaraumboðið mæla fjølmiðlunum til at hjálpa brúkaranum at skilja ímillum, nær talan er um eina almannakunngerð út frá journalistiskum atlitum og nær talan er um lýsing, har avtala er gjørd millum tann vinnurekandi og fjølmiðilin um umrøðu. Hetta kann gerast við t.d. at eyðmerkja sum lýsing.