26.03.2019
Vantandi skjalprógv í sambandi við marknaðarføring av landsins bíligastu dragihurðum
Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eitt mál, har ein vinnurekandi hevur marknaðarført sína vøru sum landsins bíligasta uttan at lyfta próvbyrðuna hesum viðvíkjandi.
Marknaðarføringslógin ásetur, at upplýsingar um verulig viðurskifti, t.d. útsagnir um at verða landsins bíligasti, skal kunna skjalprógvast. Tað er tann, ið brúkar útsagnirnar og uppáhaldini í síni marknaðarføring, sum í fyrstu syfti, má prógva, at útsagnirnar ella uppáhaldini eru røtt.
Eftir at Brúkaraumboðið gjørdi tann vinnurekandi varugan við viðurskiftini, hevur tann vinnurekandi boðað frá, at lýsingin er tikin av aftur og fer at verða broytt samsvarandi marknaðarføringslógini.
Brúkaraumboðið ger ikki meira við málið