28.04.2021
Vegleiðing um fjarsølu
Brúkaraumboðið hevur gjørt nýggja vegleiðing um fjarsølu.
Sølan á netinum er vaksin munandi, m.a. tí ynskir Brúkaraumboðið at lýsa lógarásetingarnar fyri fjarsølu.
Endamálið við vegleiðingini um fjarsølu er bæði at upplýsa brúkarum og vinnurekandi um reglurnar á økinum, og at tryggja at fjarsøla fer fram í samsvar við lóggávuna.
Ein fjarsøla fevnir um postbíleggingar og sølu á netinum, har brúkarin ikki fær vøruna í hendi, áðrenn hann hevur gjørt keypsavtaluna við tann vinnurekandi. Brúkarin hevur tí ikki møguleika at síggja og kanna vøruna nærri, áðrenn hann keypir vøruna frá tí vinnurekandi.
Vegleiðingin finst her: vegleiðing