Vegleiðing um marknaðarføring av flogferðaseðlum, tá útboðið er avmarkað
Tíðindaskriv um vegleiðing um marknaðarføring av flogferðaseðlum, tá útboðið er avmarkað:
Brúkaraumboðið hevur almannakunngjørt vegleiðing um marknaðarføring av flogferðaseðlum, tá útboðið er avmarkað.
Sambært marknaðarføringslógini skal Brúkaraumboðið royna at ávirka vinnurekandi við at gera og almannakunngera leiðreglur um marknaðarføring á økjum, sum hava stóran týdning, serliga fyri brúkaran. Talan er um fyribyrgjandi arbeiði, ið Brúkaraumboðið hevur raðfest ovarliga í árinum.
Vegleiðingin vísir, hvørji krøv Brúkaraumboðið setur til marknaðarføring av flogferðaseðlum, tá talan er um avmarkað útboð til tann lýsta prísin.
Endamálini við vegleiðingini er at tryggja gjøgnumskygni og verja brúkaran ímóti villleiðandi marknaðarføring. Vinnurekandi kunnu síggja vegleiðingina sum eina almenna forhandarmeting frá Brúkaraumboðnum.
Vegleiðingin er gjørd í samstarvi við P/F Atlantic Airways og Ferðavinnufelagið. Samstarvið hevur verið gott og samskiftið konstruktivt.
Í stuttum kann sigast, at vegleiðingin inniheldur krøv um, at upplýsingar um prís skulu vera greiðar, eintýddar og veruligar. Eisini skal upplýsast um møguligar avmarkingar í lýsingarátakinum. Gjøgnumskygni skal vera fyri brúkaran og tey lyfti, ið verða givin í marknaðarføringini, skulu haldast.
Umvegis telefon og net skal á ein lætt atkomuligan og skiljandi hátt upplýsast á hvørjum døgum og á hvørjum fráferðum, tað er møguligt at keypa ferðaseðlar til lýsta prísin. Tað eigur at vera møguligt hjá brúkarum at spyrja um ella leita á netinum eftir prísi, soleiðis at upplýst verður á hvørjum døgum og hvørjum fráferðum, tað er møguligt at keypa ferðaseðlar til tann lýsta prísin.
Brúkaraumboðið vónar og væntar, at endamálini við vegleiðingini verða rokkin.
Vegleiðingin kann síggjast í síni heild her: Vegleiðing um marknaðarføring av flogferðaseðlum, tá útboðið er avmarkað