16.11.2015

Vegleiðing um ómaksgjøld

Brúkaraumboðið lýsir í nýggjari vegleiðing, nær vinnurekandi kann broyta ómaksgjøld ella leggja nýggj gjøld á, tá sáttmáli er gjørdur við brúkaran um eina vøru ella tænastu.

Endamálið við greinini um ómaksgjøld í marknaðarføringslógini er at gera tað gjøgnumskygt, hvussu gjøld verða brúkt, og hvør sanni kostnaðurin á vørum og tænastuveitingum er.

Sambært lógini um marknaðarføring kann tann vinnurekandi ikki av sínum eintingum áleggja ella hækka ómaksgjøld. Tað skal standa í avtaluni millum partarnar. Avtalan kann vera sáttmáli, sum samráðst hevur verið um við hvønn einstakan, ella standardavtalutreytir ella vanligar handilstreytir hjá vinnurekandi.

Vert er at leggja til merkis, at brúkarin skal varskógvast í góðari tíð um broytingar eru á veg.

Brúkarin skal eisini vera kunnaður um, hvørjar møguleikar hann hevur at sleppa úr avtaluni, áðrenn broytingar í ómaksgjøldum verða settar í gildi.

Les alla vegleiðingin her.