11.08.2023

Villleiðandi lýsing á Facebook síðuni hjá Nema

Brúkaraumboðið fekk eina fráboðan frá einum borgara um eina lýsing á Facebook-síðuni hjá Nema. Í lýsingini stóð, at sparast kundi upp til 2.300 kr. Borgarin metti, at talan var um villleiðandi marknaðarføring, tí tá farið varð inn á viðheftu leinkjuna, var eingin sparing áljóðandi 2.300 kr. at síggja. Borgarin spurdi tí, hvar hann kundi spara 2.300 kr.?

Nema hevur greitt frá, at talan var um eina vøru, (Samsung Galaxy Z Flip 3 fartelefon), har kundin spardi 2.300 kr. Tað vóru 3 stk. av hesi telefon, og bleiv vøran seld beinanvegin. Tískil var vøran ikki at síggja á nethandlinum meira.

Brúkaraumboðið heitti á Nema, um at vísa sjónliga á síðuni við niðursettum vørum, at vøran var útseld. Eisini vísti Brúkaraumboðið á, at tá talan er um tilboð við avmarkaðari nøgd, skal hetta upplýsast.

Brúkaraumboðið metti eisini, at lýsingarteksturin var villleiðandi, tí at teksturin legði upp til, at sparast kundi upp til 2.300 kr. við at keypa eina Apple fartelefon ella Apple farteldu. Men hetta var ikki rætt. Tað mesta, sum kundin spardi við at keypa eina Apple fartelefon var 1.602 kr. og tað mesta, kundin spardi við at keypa eina Apple farteldu var 1.000 kr.

Samsung-telefonin, har sparingin var 2.300 kr., varð hinvegin ikki nevnd í lýsingartekstinum.

Nema hevur strikað lýsingina, og ger Brúkaraumboðið tí ikki meira við málið.