Villleiðandi marknaðarføring
Tíðindaskriv:
Brúkaraumboðið skal kunna almenningin um mál, sum eru viðgjørd av Brúkaraumboðnum, ákæruvaldinum og dómstólinum, og sum hava almennan áhuga ella týdning eftir marknaðarføringslógini.
Villleiðandi marknaðarføring:
Føroya Tele hevur tann 22. august 2013 goldið eina bót á kr. 40.000 fyri brot á marknaðarføringslógina. Talan er um villleiðandi marknaðarføring eftir § 3, stk. 1 og § 13, stk. 1 í lóg um marknaðarføring.
Stutt málslýsing:
Tann 24. oktober 2010 varð lýsingablaðið hjá Føroya Tele “Títt Tele” borið út til húsarhaldini um landið. Í blaðnum vóru m.a. trý tilboð har talan var um fartelefon, telefon og teldu, ið vórðu seld saman við einum haldi við bindingstíð í seks mánaðir. Samlaði prísurin fyri tilboðini var ikki upplýstur. Í samband við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna.
Brúkaraumboðið metti út frá hesum, at talan var um villleiðandi marknaðarføring. Málið varð tí fráboðað løgregluni.
Føroya Tele hevur goldið bótina og málsviðgerðin endar tí við hesum.