Marknaðarføring á sosialum miðlum

Ert tú ávirkari ella leggur tú lýsingar út á tínar profilar á sosialum miðlum ella bloggi?  

Soleiðis heldur tú teg innan fyri lógarinnar karm.   

Nær er talan um lýsing og marknaðarføring?
Lýsingar og marknaðarføring er øll kunning, sum kann vera við til at fremja søluna hjá einum vinnurekandi av einari vøru ella tænastu, og sum tú leggur út, tí at tú fært gjald fyri tað, ella fært aðrar fyrimunir við at gera tað.


Hvat mást tú frámerkja? 
Tú mást frámerkja alt, sum kann fremja sølu av vøru ella tænastu fyri vinnurekandi, og sum tú leggur út, tí tú fært pening fyri tað, ella tí tú fært aðrar fyrimunir við at varpa ljós á tað. Dømi um lýsing, sum skal hava frámerki:    

  • Tú fært goldið fyri at leggja eitthvørt út um eina vøru ella ein vinnurekandi. 
  • Tú sleppur at læna eitthvørt, sleppur at vera við í onkrum, fært ymist ókeypis, fært eina tænastu ella ferð ókeypis ella við avsláttri. Afturfyri verður væntað av tær, at tú  varpar ljós á tað fyri ein vinnurekandi. 
  • Tú hevur eina avtalu um at vera „ambassadørur“, „samstarvsfelagi“ ella tílíkt.   
  • Tú hevur kappingar ella «giveaways» fyri ein vinnurekandi.  
  • Tú brúkar lýsingaleinki, sum gevur tær samsýning, t.d. fyri hvørt klikk ella keyp.
  • Tú fremur sølu av vørum ella tænastum, sum tú sjálv/ur hevur áhuga í, sostatt eginlýsingar.    


Hvussu gert tú frámerki? 
Øll skulu kunna skilja, at tað er lýsing frammanundan ella samstundis sum tey síggja tað, hevur lagt út. Tað hevur við sær:  

  • At tú mást týðiliga nýta orðið „lýsing“. Onnur orð sum "í samstarvi við", "kapping", "viðmæli fyri", "boðin" ella "[navn á fyritøku]" eru ikki nóg mikið. 
  • At frámerkið má standa ábært við týðiligari skrift og stórum stavum.  
  • At tað má vera greitt, hvørjum tú lýsir fyri.   
  • At frámerkið eisini er týðiligt, tá ið innlegg við lýsing verður deilt á øðrum miðlum.  


Hvar eru hesi krøv galdandi? 
Krøvini galda fyri allar sosialar miðlar so sum bloggar, Facebook, Instagram, Twitter og Snapchat o.o 

Hevur tú fleiri spurningar? 
Brúkaraumboðið hevur eisini gjørt eina meiri fullfíggjaða vegleiðing um at frámerkja lýsingar í sosialum miðlum. Hana finnur tú við at klikkja her. 

Fylg lógini! 
Lýsarar, netverk og lýsingastovur, tú starvast saman við, hava eisini ábyrgd av, at lógin verður fylgd. Brúkaraumboðið hevur heimild at banna ólógliga marknaðarførslu. Brot kunnu revsast við bót.