Greiður príslisti ella skelti við prísunum á allari teirri tænastu, sum viðkomandi tænastufyritøka veitir, skal vera við avgreiðslukassan ella á sjónligum stað har, ið tænastan verður veitt.
Eisini skal tænastufyritøkan, ið tann mun tað ber til, hava príslistar við inngongdina. Har skal prísurin fyri vanligastu tænasturnar, sum í boði eru, tilskilast.
Triðjamans ábyrgd:
Triðimaður, ið hevur viðvirkað til marknaðarføring hjá tí vinnurekandi, kann medábyrgdast fyri marknaðarføring eftir vanligu reglunum í revsilógini.
Skjalprógv:
Allar upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.
[1] týðiliga at avlaga teirra búskaparligu atferð = brúk av handilssiðvenju, ið týðiliga avmarkar evnið hjá brúkaranum at taka eina upplýsta avgerð, soleiðis at brúkarin tekur eina avgerð um keyp e.l., hann annars ikki hevði tikið.
[2] matvørur og aðrar vørur, ið verða (for)brúktar í húsarhaldinum. Av vørum, ið eru fevndar av fýra viku tíðarskeiðnum kunnu nevnast matvørur, góðgæti, plast/ruskposar, sápa o.a. til reinføri, sápa til reingerð. Dømini eru ikki endalig ella fullfíggjaði.