Lýsing er í sjálvum sær eitt og hvørt samskifti, sum hevur til endamáls at økja sølu av vørum og tænastuveitingum.
Rindar eitt virki t.d. einum bloggara fyri at skriva ein blogg, har vøran hjá virkinum verður umrødd, er bloggurin lýsing. Soleiðis er eisini við journalistikki, tá ið goldið verður fyri lýsingargrein (advertorial), har eitt virki hevur goldið blaðið fyri at gera eina lýsing, sum sær út sum grein.
Tá ið vinnurekandi hevur goldið fyri at gera vart við sítt virki ella sína vøru, er tað eitt og tað sama, hvør hevur tikið stig til avtaluna, og um talan er um gjald sum vøru ella avsláttur. Tað er eisini eitt og tað sama, um virkið hevur sett krav um, hvussu lýsingin verður gjørd, ella til innihaldið, eisini um avtalan er skrivlig, munnlig ella tigandi.
Tað er lýsing, um t.d. ein bloggari fær prosentir av at keypa vøruna í einum virki fyri síðan at umrøða vøruna í sínum bloggi.
Sama er galdandi, um virki t.d. rindar bloggara fyri at leinkja til teirra heimasíðu ella, um bloggarin fær gjald fyri hvør klikk á leinkinum, ella fyri tað keyp, sum brúkarar ger, eftir at hava klikt á leinkið.