Um lýsing ikki vísir seg sum lýsing, vil virkið, hvørs vørur lýst verður fyri, ábyrgjast fyri, um reglurnar um at eyðmerkja lýsingina eru brotnar.
Fólk, ið umrøða vørur vegna virki, kunnu eisini ábyrgjast, hava tey havt eina handilsliga ætlan við umrøðuni*.
Umboðsstovur, sum ráðgeva t.d bloggarum og fáa í lag sambond millum bloggarar og virki, kunnu eisini ábyrgjast.
Lýsingastovur og pr-stovur kunnu ábyrgjast, um tær t.d. hava skrivað tekstin til lýsingina, ella um tær verða leigaðar av virki til at rinda einum fólki fyri at umrøða vøruna hjá virkinum.
Tann, sum annars arbeiðir virkisins vegna ella í stóran mun ger sítt til marknaðarføringina, kann eisini ábyrgjast fyri marknaðarførsluna.
*Finska brúkaraverndarlógin verður bara brúkt til vinnurekandi, og vinnurekandi eru bundin av leiðbeiningini í marknaðarførslurætti. Í Finnlandi er vinnurekandi eitt fólk ella en privatur ella almennur juridiskur persónur, sum, fyri at fáa fíggjarligan vinning miðlar, selur ella á annan hátt bjóðar brúkarum vørur ella tænastuveitingar á yrkisligum grundalagi. .