Ja, um ein tilboðsvøra bert er stílað limum í einum viðskiftafelagi, so verður ikki vikið frá ásetingunum um kravda tíðarskeiðið, tá ið vøran, áðrenn tilboðið kemur í gildi, skal hava verið til sølu fyri fasta prísin. Tískil ber í slíkum førum til at halda fram við at lýsa við sama fasta prísi.
Tað er t.d. í lagi, um vinnurekandi smíða eitt tilboð saman fyri limir felagsins og síðan bjóða restini av kundunum sama tilboð, uttan at tað broytir fortreytirnar fyri at lýsa við einum føstum prísi.