Einki forðar fyri at nýta framtíðarprísir sum sammetingargrundarlag, um sammetingin ikki villleiðir, men er røtt, viðkomandi, ber til at skjalprógva, og um útsøgnin um sparing í príssammetingini er ítøkilig.
Um framtíðarprísurin ikki verður tann, sum lýst verður við í marknaðarføringini, verður marknaðarføringin fatað sum villleiðandi uttan so, at hetta kemst av uttanveltaðum viðurskiftum, sum tann vinnurekandi, áðrenn marknaðarføringin byrjaði, ikki hevur havt møguleika at ímynda sær.