Vinnurekandi skulu hava í huga, tá søluprísir eru lækkaðir skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vøruni.
Um sølufremjandi orðingar s.s. “tilboð” ella “átaksprísur” verða nýttar, so skulu tær hava eitt veruligt innihald, t.e., at talan skal vera um handil, sum loysir seg. Hetta er galdandi, hóast tað ikki verður lýst við serligari sparing. Við øðrum orðum ber til at siga, at ikki er loyvt at nýta sølufremjandi orðingar, sum einans fanga eygað, men ikki hava nakað veruligt innihald.