Tann vinnurekandi skal vera serliga ansin viðvíkjandi framløgu av vøru fyri børnum og ungum, tí tað er lættari at villleiða børn og ung orsaka av teirra vantandi royndum. Tann vinnurekandi skal tryggja, at lýsingin á ongan hátt er ætlað til at villleiða børn og ung, til dømis um støddina, dygdina, haldbærið, avrikið ella prísin á vøruni. Frágreiðingin í lýsingini skal vera meira nágreinilig, neyv og sannroynd enn í lýsingum, ið eru ætlað vaksnum.
Hetta merkir t.d.
at vinnurekandi greitt skulu upplýsa, um tað skal keypast eyka útgerð (t.d. battarí og máling) fyri, at vøran skal kunna brúkast ella verða sum víst ella ætlað er,
at vinnurekandi greitt skulu upplýsa, um vøran er ein partur av eini røð, ið skapar eina heild, herundir hvussu ein ognar sær alla røðina, og hvat samlaði prísurin er. Hetta er t.d. galdandi, tá einstaku lutirnir hanga so mikið neyvt saman, at lutirnir bert hava avmarkað gagn og nyttu fyri børn og ung, um tey ikki fáa alla røðina ella fleiri partar av henni,
at prísásetingar ikki mugu geva børnum og ungum eina óveruliga fatan av sanna virðinum á vøruni, t.d. við at brúka orð sum “bert” og “einans”,
at marknaðarføringin ikki má geva fatan av, at ein og hvør familja eigur at hava ráð til vøruna, ið lýst verður fyri
at lýsingin – um vøran ikki vendir sær til børn og ung í øllum aldrum – skal fortelja hvønn aldursbólk vøran er ætlað til,
at lýsingin – um hon vísir ella greiðir frá einum úrsliti, ið kann uppnáast við vøruni – samstundis upplýsir, hvat vanligt er at uppnáa hjá einum vanligum barni í aldursbólkinum, ið vøran er ætlað til.
Verður § 3 í marknaðarføringslógini um villleiðandi lýsing v.m. samanhildin við ásetingini í § 8 í marknaðarføringslógini um børn og ung, verður kravið til innihald og greidleika í lýsingini hert, um marknaðarføringin vendir sær til børn og ung.