Børn og ung verða í gerandisdegnum útsett fyri marknaðarføring, ið einans er ætlað vaksnum. Hetta hendir heima og á almennum støðum. Hetta eiga tey vinnurekandi at taka hædd fyri, so tey ungu í marknaðarføringini ikki verða fyri óhóskandi tilburðum, so sum harðskapi og sex.
Talan kann t.d. vera um plakatir fram við vegnum, á almennum støðum og á flutningsførum, og talan kann vera um lýsingar og filmar í handlum, flogførum, bussum og biohøllum.
Sum dømi eigur ein handil ikki – í sambandi við sølu av dvd-fløgum – at vísa brot úr filmum, ið kunnu ræða børn, sum eru í handlinum.
Í sýnisgluggum og við inngongdina til ein handil eigur ikki at vísast brot úr spølum, ið kunnu ræða børn ella útseta børn og ung fyri óhóskandi tilburðum, so sum harðskapi og sex. Sjálvbodna avmerkingarskipanin fyri spøl (PEGI) kann vera vegleiðandi, men mett eigur at vera um støðuna í hvørjum einstøkum føri.
Í handlum eiga tíðarrit, bløð, filmar v.m. við framsíðum, ið benda á harðskap ella sex, ikki at verða løgd fram soleiðis, at tað ikki slepst undan, at børn síggja tey.
Í sambandi við marknaðarføring eiga vinnurekandi at vera serliga varin við at avmynda børn og ung, tí hetta vil sum oftast vekja áhugan hjá teimum ungu og geva ábendingar um, at vøran serliga er ætlað børnum/ungum.
Tá marknaðarføring er rættað mótvegis vaksnum, men vøran er ætlað til børn og ung ella hevur serligan áhuga millum børn og ung, eiga fyritøkurnar at umhugsa gjølla um innihaldið í marknaðarføringini ella miðilin, ið verður brúktur til marknaðarføringina, gevur orsøk til at vísa serligt varsemi yvir fyri børnum og ungum.