- Umvegis telefon og net skal á ein lætt atkomuligan og skiljandi hátt upplýsast á hvørjum døgum og á hvørjum fráferðum, tað er møguligt at keypa ferðaseðlar til lýsta prísin.
- Neyðugt eigur ikki at vera hjá brúkaranum at spyrja ella leita á hvørjum einstøkum degi fyri at finna ferðaseðlar við teimum lýstu prísunum.
Tað eigur at vera møguligt hjá brúkaranum at spyrja um ella leita á netinum eftir prísi, soleiðis at upplýst verður á hvørjum døgum og hvørjum fráferðum, tað er møguligt at keypa ferðaseðlar til tann lýsta prísin.