Privatlívspolitikkur
Hesin privatlívspolitikkur snýr seg um, hvussu Brúkaraumboðið innheintar og viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemið hjá Brúkaraumboðnum.
Vit viðgera tær upplýsingar, ið tú letur okkum, ella sum vit innheinta, í samsvari við galdandi reglur. Vit eru tilvitað um, at tínar upplýsingar skulu viðgerast við virðing fyri trúnaðinum á upplýsingunum og fyri tínum privatlívi.
Hvat eru persónupplýsingar?
Persónupplýsing er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Hetta kann eitt nú vera for- og eftirnavn, privatbústaður, teldupostbústaður, kontonummar ella P-tal.
Brúkaraumboðið sum dátuábyrgdari
Brúkaraumboðið er dátuábyrgdari fyri tær persónupplýsingar, vit fáa frá tær ella um teg í sambandi við eitt mál ella eina áheitan.
Brúkaraumboðið viðger tær persónupplýsingar, sum tú letur okkum, ella sum vit fáa frá øðrum myndugleikum, fyritøkum ella borgarum. Brúkaraumboðið kann eisini sjálvt innheinta upplýsingar um teg frá øðrum myndugleikum, fyritøkum ella borgarum, tá ið tað er neyðugt fyri at røkja uppgávurnar hjá Brúkaraumboðnum.
Grundarlagið hjá Brúkaraumboðnum at viðgera persónupplýsingar
Høvuðsuppgávan hjá Brúkaraumboðnum er at umsita marknaðarføringslógina og hevur í tí sambandi eftirlit við, at lógin og reglur við heimild í lógini verða hildnar.
Meginparturin av viðgerðini hjá Brúkaraumboðnum av persónupplýsingum verður framd sum liður í almennari myndugleikaútinnan.
Grundarlagið hjá okkum at viðgera vanligar persónupplýsingar er í høvuðsheitum sambært § 8, stk. 1, nr. 3 og/ella 5 í dátuverndarlógini. P-talið verður viðgjørt sambært § 16, stk. 1 í dátuverndarlógini.
Grundarlagið hjá okkum at viðgera viðkvæmar persónupplýsingar er í høvuðsheitum sambært § 12, stk. 1, nr. 1-3 í dátuverndarlógini.
Brúkaraumboðið hevur eisini ein farsporpolitikk (cookiepolitikk), ið greiðir frá, hvussu vit viðgera farspor á okkara heimasíðu. Tú kanst lesa meira um farsporpolitikkin á https://www.bruk.fo/fo/um-okkum/farspor
Hvør hevur atgongd til tínar upplýsingar?
Starvsfólk á Brúkaraumboðnum hava atgongd til tínar persónupplýsingar í tann mun, tað er neyðugt fyri viðgerðina av tínum máli/áheitan ella okkara uppgávu sum almennur myndugleiki.
Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?
Upplýsingar um teg verða goymdar so leingi, vit meta, at tað er neyðugt til tess at kunna halda okkara skyldu sum almennur myndugleiki og til tess at halda galdandi lóggávu, undir hesum løgtingslóg um skjalasøvn.
Starvsumsóknir verða burturbeindar eitt ár aftaná, at Brúkaraumboðið hevur tikið avgerð í málinum.
Nær geva vit tínar upplýsingar víðari?
Vit víðarigeva bara upplýsingar, tá ið tað er neyðugt fyri at kunna útinna okkara uppgávu. Upplýsingar kunnu eisini verða víðarigivnar, um tað er neyðugt til tess, at aðrir almennir myndugleikar kunnu útinna teirra uppgávur og sambært reglunum um innlit í fyrisitingarlógini og innlitslógini.
Hvørji rættindi hevur tú?
Dátuverndarlógin gevur tær hesi rættindi:
- Rætt til kunning (§§ 23-25)
- Innlitsrætt (§ 26)
- Rætt til rætting (§ 27)
- Rætt til striking (§ 28)
- Rætt til viðgerðaravmarking (§ 29)
- Rætt til dátuflutning (§ 31)
- Rætt til mótmæli (§§ 32-34)
- Rætt til ikki at vera fyri avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð, undir hesum profilering (§ 35)
Tú kanst lesa meira um tíni rættindi á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.
Kann eg klaga?
Tú kanst klaga til Dátueftirlitið um viðgerðina hjá Brúkaraumboðnum av tínum upplýsingum, um tú metir, at viðgerðin ikki er í samsvari við dátuverndarlógina.
Dátuverndarfólk
Vinnustovnurin hevur eitt dátuverndarfólk, ið eisini er dátuverndarfólk á Brúkaraumboðnum. Dátuverndarfólkið kann upplýsa teg meira um reglurnar um dátuvernd. Dátuverndarfólkið kann eisini vegleiða teg um tíni rættindi í mun til viðgerð av persónupplýsingum hjá Brúkaraumboðnum.
Tú kanst venda tær til dátuverndarfólkið á teldupostadressu dpo@vs.fo ella á telefon +298 356020.
Samband við Brúkaraumboðið
Brúkaraumboðið
Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn
Tlf: +298 35 80 00 og tpost: bruk@bruk.fo
Avgreiðslutíðir: Mán. - hós. 9:00 - 15:00, frí. 10:00 - 15:00
Privatlívspolitikkurin hjá Brúkaraumboðnum er seinast dagførdur 5. februar 2021.