Børn og ung brúkt í marknaðarátaki
Vinnurekandi mugu í útgangsstøði ikki brúka børn og ung í sølu- og marknaðarætlanum. Heldur ikki mugu børn og ung brúkast til at fáa vinir, foreldur ella onnur til at keypa ávísar vørur ella tænastur, sum tey ungu fáa ágóðan av.
Brúkaraumboðið fekk eina fráboðan, har víst var til eitt skriv frá Nema til 7. flokkar í í Vágs-, Porkeris- og Sumbiar skúla. Borgarin helt, at talan var um sera ágangandi framferð, og vildi vita um tað var lógligt at gera 13 ára gomul til ”seljarar” og betinga stuðul.
Í skrivinum verða ung í 7. flokki eggja til at hjálpa Nema við at fáa fleiri kundar. Hetta verður gjørt á tann hátt, at um ein kundi flytir haldið hjá sær til Nema, so fer virðið av mánaðarliga gjaldinum beinleiðis til flokkin.
Nema hevur víst á, at skrivið av misgáum varð stílað til børnini í 7. flokki. Skrivið var ætlað foreldrunum og ikki børnunum. Nema hevði fingið eina umsókn um stuðul frá einum av foreldrunum, ið ynskti at savna pening til eina námsferð fyri flokkin. Nema vildi ikki geva beinleiðis fíggjarligan stuðul, men bjóðaði í staðin fram alternativar mátar, har tey í samstarvi við Nema kundu savna pening til námsferðina. Skrivið er síðani lagt á ein bólk á Facebook.
Brúkaraumboðið metir tó, at fleiri orðingar í sjálvum skrivinum benda á, at skrivið var ætlað børnunum – ella í øllum førum, at skrivið eisini var ætlað børnunum.
Umframt, at brævið er stílað til 7. flokkarnar, í Vágs-, Porkeris- og Sumbiar skúla, so verður m.a. skrivað soleiðis:
- ”Vit vilja bjóða tykkum møguleikan at savna pengar inn til tykkara námsferð.”
- ”Um ein kundi skuldi flutt síni telefon- og internethald til okkum, so hevði virði av mánaðarliga gjaldinum fara beinleiðis til tykkum.”
- ”Tit eru 27 í flokkinum og 20 av tykkum hava hald aðrastaðni enn hjá Nema…. Um hesi flutti síni hald til okkum, so høvdu tit innsavna 20.000kr. bara í flokkinum.”
- ”Um tit ynskja at innsavna meir enn hetta, so kunnu tit spyrja ommur, abbar, vinir og familjulimir.”
Brúkaraumboðið metir, at talan var um ein órímiligan framferðarhátt, og at Nema hevur framt brot á góðan marknaðarføringssið, sambært § 1, stk. 1 í marknaðarføringslógini. Harafturat er skrivið eisini í stríð við § 8, stk. 1, sum ásetir, at marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.
Brúkaraumboðið góðtekur tó frágreiðingina frá Nema um, at tað ikki var ætlanin, at brúka børnini í sølu- og marknaðarætlanunum, og at tað var eitt mistak, at brævið varð stílað til 7. flokkarnar. Í hesum sambandi hevur tað týdning fyri Brúkaraumboðið, at brævið bert var sent til eitt foreldur, og ikki til børnini, umframt at Nema tók skrivið aftur beinanvegin Brúkaraumboðið gjørdi vart við tað.
Brúkaraumboðið hevur tí avgjørt ikki at gera meira við málið, men heitir á Nema um at tryggja, at marknaðarføringslógin verður hildin framyvir.